Purrusúpan

Gunnlaugur Sighvatsson hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Annað Suppa

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 Purrur

1 ssk. av olju

1 l av vatni

3 Grønmetisbótarmolar

1/2 dl. av havragrýn

3 ssk. av persillu

3 1/2 dl av lættimjólk

salt og pipar

Mannagongd

Sker purrurnar í tunnar flísar. Hita oljuna í eini grýtu og brúnka purrurnar. Koyr restina av tilfarinum í og lat kóka undir loki í uml. 10 min. smakka súpanina til við salt og pipar.
Borðreið súpanina við rivnum gularótum omaná.

Send eina viðmerking