Sitrónfromaga

Hjørdis Árnadóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

25. apríl, 2010

Bólkur: Omaná Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 bl. husblas

4 past. egg

100 g sukur

rivið skal av 1 økol. sitrón

saft av 2 sitrónum

2½ dl rómi

Mannagongd

Bloyt husblas í køldum vatni í nakrar minuttir.
Píska eggini luftig við sukri.
Smelta husblas í vatnbaði og blanda við sitrónsaft og skali áðrenn tað verður rørt í eggini.
Píska róman stívan og vend í eggini. Nýt eitt sindur av rómanum at pynta við.

Send eina viðmerking