Flamberað piparlundir 4 pers.

Hjørdis Árnadóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

25. apríl, 2010

Bólkur: Kjøt Svínakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 tsk turr grøn piparkorn

½ kg svínalundir

1 tsk salt

25 g margarin

1/2-3/4 dl cognac (ella whisky)

1 dl róma

1 bl súrróma

Mannagongd

Piparið knúsast. Vend lundini í piparnum og salti. Brúnka í margarininum. Pannan/grýtan verður tikin av, cognac koyrt í og eldur settur á. Ansa eftir at flamman kann gerast høg! Tá cognac'ið er brent av, koyr róma og súrróma í og lat smákóka í 10 min.

Send eina viðmerking