Farin steiktar bananir við ísið

Anna Simonsen hevur lagt hesa uppskriftina út

26. apríl, 2010

Bólkur: Omaná Ísur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

8 bananir

1 spsk smør

1/2 tsk stødt ingefær

1/2 dl brun farin

saft frá einari sitrón

(hakkaðar mandlir kunnu omaná)

Mannagongd

1. Set ovnin á 250 stig
2. smyr fatið við smørinum
3. Flys bananirnar og sker tær í helvt. Legg tær í fatið.
4. Stroy ingefær og brun farin omanyvir
5. Koyr saftina (+mandlirnar) omanyvir
6. Set inn í ovnin í 3-5 min
7. Hav vaniljiís afturvið

Send eina viðmerking