Vaflur / uttan feitt

Lilian Clementsen hevur lagt hesa uppskriftina út

6. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 egg

375 g sukur

½ l mjólk

500 g mjøl

1 tsk natron

1 tsk hjortasalt

3 tsk kardamummur

Mannagongd

Píska egg og sukur væl.
Blanda mjøl, natron, hjortasalt og kardamummur saman og rør tað í eggjablandið saman við mjólkini.
Koyr deiggji á heita vaflujarnið við eini oysu. Tað kann vera neyðugt at smyrja jarnið onkuntíð.

Send eina viðmerking