Fleska - eggjakaka

Noomi Poulsen hevur lagt hesa uppskriftina út

9. mai, 2010

Bólkur: Kjøt Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 - 6 egg

1 súpsk kartoffelmjøl

2 dl mjólk

1 pk bacon í flísum

2 tsk sukur

15 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Sker bacon sundur og brúnka tað á pannuni.
Píska restina av tilfarinum saman og stoyt tað oman yvir.
Vend eggjakøkuni : Brúnka hana ca 5 min á hvørjari síðu.

Send eina viðmerking