Appelsinkaka

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

4. september, 2009

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

250 g av melis

250 g av margarin

250 g av mjøli

2 tesk. bakipulvur

3 egg

Appelsinsaft:

2 appelsinir

1 sitron

75 g av melis

70 minuttir at gera

Uppskriftin er til 10-12 persónar

Mannagongd

Rør margarin og sukur væl saman. Lat eggini í eitt og eitt ísenn og blanda so mjøl og bakipulvur í. Skal bakast í randformi í 45 min. við 180 stig. Tak kakuna út og lat hana standa í 5 min., vend henni so út á eitt fat og stoyt appelsinsaft oman yvir hana

Send eina viðmerking