Skjótur pastarættur

Rakul Hansen hevur lagt hesa uppskriftina út

14. september, 2010

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1/2 pk. av spaghetti

1 pk. skinkustrimlum

1-2 pk. av bacontern./strimlum

1 pk. fløda

1 krukku Dolmio tomatsós (lekkurt við hvítleykssmakki)

10 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Kóka spaghetti í grýtu, í lættsaltaðum vatni.

Ímeðan svitsar tú bacon á pannu, og koyr síðan skinkuna á pannuna.
Tá spaghetti er liðugt kóka, koyr spaghetti + restina av tilfarinum á pannuna saman við bacon og skinku.

Lat tað simra eina lítla løtu

Send eina viðmerking