Indianaragrýta

Krista Toftegaard hevur lagt hesa uppskriftina út

5. oktober, 2010

Bólkur: Kjøt Oksakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 gularøtur

100g selleri

2 stór epli

1-2 hakkaðar leykir

30 g smør/margarin

300 g hakkað oksakjøt

2 tsk. salt

1/4 tsk pipar

1/2 tsk karry

1 tsk. paprika

1 dl. tomatpuré

4 dl. vatn

40 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Flys gularøtur, epli og selleri og rív á grovum rívijarni.
Koyr eitt sindur av feitti í eina grýtu og brúnka leyk og kjøt. Koyr tað rivnað grønmeti í grýtuna saman við tomatpuré salt og vatn. Rør væl saman, og lat kóka í uml 20 min.

Send eina viðmerking