Indonesiskur kyllingarættur

Píl hevur lagt hesa uppskriftina út

16. mai, 2011

Bólkur: Kjøt Kylling

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 kylling

2 piparfruktir

1 pk róma (ikki matróma)

1 fed hvíttleyk

2 tsk karry

1 spsk sambal olek (chilipasta)

1 dl mango chutney (sweet)

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Kyllingurin skal kókast og skiljast
Piparfruktirnar skerast í terningar
Rómin skal pískast og hvíttleykurin pressast
Síðani skal alt blandast saman í ein bolla og koyrast í eitt eldfast fat og í ovnin í 20 min á 225°C

Send eina viðmerking