Sloppy Joes
Tilfar
500-600 g hakkað oksakjøt
1-2 spsk Olivenolju (til steiking)
0,5 dl brúnt farin/putursukur
1-2 spsk allround krydd (ella líknandi)
1 leyk
1 reyð piparfrukt
1 spsk reyðvínseddiku
1 spsk worchestershiresauce
1 dós hakkaðar tomatir
2 spsk tomat-past
20 minuttir at gera
Uppskriftin er til 4-6 persónar
Mannagongd
Ein sera góð vikuskiftis máltíð, ið er løtt at gera og væl hóskandi til børn.
Set miðalstóra grýtu á heita plátu. Koyr olivenolju í grýtuna, tá oljan er hita upp skalt tú koyra oksakjøtið í og lata tað blíva heilt brúnkað. Meðan tú brúnkar oksakjøt kan