Banankaka

Harriet Høgnesen hevur lagt hesa uppskriftina út

6. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

450g melis

225g margarin

4 egg

375g mjøl

50g havragryn

1/2 tsk salt

2 tsk natron

2 tsk vanniliu sukur

1 1/4 dl mjólk

4 brúnar bananir

glasur omaná:

300g floursukur

4 spsk kakao

2 spsk olju

og heitt vatn til glasururin kann smyrjast omaná

Mannagongd

rør sukur og egg saman, so alt í og rør gott. Koyr í eina bakarovns-skuffu. Bakað í 30 min á 175gradir. Tá kakan er kølna eitt sindur koyrir man glasurin á.

Send eina viðmerking