Aspargus sós - 1 ltr.

Unn F. Gaarbo hevur lagt hesa uppskriftina út

20. apríl, 2010

Bólkur: Annað Sós

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

5 dl av høsnarungasoði

1 dós av aspargus

Salt eftir tørvi

Javningur:

1 dl av lættimjólk

4 súpisk. av meisenu

Mannagongd

-Síla høsnarungasoði í eina grýtu og skúma feittið omanav.
- Koyr vætuna frá aspargusunum í og lat koma upp á kók.
- Ger javning og rør hann í soðið.
- Lat sósina koma upp á kók, koyr aspargusbitarnar í og smakka við salti.

Send eina viðmerking