Karry sós - 1 ltr

Unn F. Gaarbo hevur lagt hesa uppskriftina út

20. apríl, 2010

Bólkur: Annað Sós

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

8 dl av høsnarungasoði

1-2 tesk. av karry

Salt og pipar eftir tørvi

Javningur:

2 dl av vatni

6 súpisk. av hveitimjøli

Mannagongd

- Síla høsnarungasoðið í eina grýtu og skúma feittið omanav
- Koyr karry í soðið og lat koma upp á kók
- Ger javning og rør hann í soðið (tak grýtuna av plátuni, meðan tú rørir javningin í)
- Lat sósina kóka í uml. 5 min.
- Smakka til við salti, pipa

Send eina viðmerking