Eggjasalat

Unn F. Gaarbo hevur lagt hesa uppskriftina út

21. apríl, 2010

Bólkur: Salat Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

50 g av pasta (suppuhorn)

3 harðkókað egg

½ piparfrukt

1 dl av súrgaðari mjólk ella hvítu

½ tesk. av salti

pipar

½ tesk. av karry

Mannagongd

- Kóka pastuna í 10-15 min. og lat kølna
- Sker eggini og piparfruktina smátt og blanda saman við súrgaðu mjólkini og pastuni
- Smakka til við salti, pipari og karry

Send eina viðmerking