Kjøtsúpan - 4 fólk

Unn F. Gaarbo hevur lagt hesa uppskriftina út

21. apríl, 2010

Bólkur: Annað Suppa

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 leykir

250 g av malnum neytakjøti

1½ ltr. av vatni

3 grønmetisbótarmolar

70 g av tomatúrdrátti (1 dós)

2 tesk. av sterkari kilisós

125 g av eggjanudlum

½ tesk. av salti

1/4 tesk. av pipari

Mannagongd

- Sker leykirnar smátt og brúnka í einari grýtu saman við kjøtinum
- Koyr vatnið, bótarmolarnar, tomatúrdráttin og kilisósina í og lat kóka undir loki í uml. 5 min.
- Koyr eggjanudlirnar í og lat kóka í 5 min. aftuat
- Smakka til við salti og pipari

Send eina viðmerking