Spaghetti við kjøtsós

Karolina Matras hevur lagt hesa uppskriftina út

21. apríl, 2010

Bólkur: Annað Pastarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

500 g durum spaghetti

4 l lættsaltað vatn

½ dl olivenolju

2 vanligar leykir

2 knúst fed hvíttleyk

500 g soltið oksakjøt

2 tsk basilikum

2 tsk oregano

2 blikk flustar tomatir

2 smá blikk tomatpuré

2 terningar oksabouillion

2 dl vatn

200 g rivna

Uppskriftin er til ? persónar

Mannagongd

1. Kóka spaghetti í umleið 12 min. Til tað er ”al dente”
2. Flys leyk og sker hann smátt
3. Pressa hvíttleykin
4. Heita oljuna og steik leykin, hann skal gerast klárur, ikki brúnur
5. Lat síðan oksakjøtið í grýtuna og steik til tað skiftir lit
6. Lat síðani basilikum og oregano í saman við tomatum og tomatpuré
7. Lat vatn og bouillionterningar í og kóka í umleið 10 min.
8. Smakka til við salt og pipar
9. Lat rivna ostin í og kóka upp aftur

Send eina viðmerking