Rabarbuísur

Poula Reinert Olsen hevur lagt hesa uppskriftina út

21. apríl, 2010

Bólkur: Omaná Ísur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Marengsbotnar:

-4 eggjahvítar

200 g sukur

Ímillum:

500 g rabarbur

125 g melis

Ísur:

4 past. eggjablommir

100 g melis

ca 4 tsk vaniljusukur

2 pk róma

Mannagongd

Marengsbotnar:
-píska eggjahvítarnar stívar og píska síðani sukri í. Evna til 2 marengsbotnar (t.d. eftir einum eldføstum fati) og baka á 150 gr í 1 tíma ella meir.

Ímillum:
-kóka rabarbur og melis inntil tað er væl sundurkókað- minnir um súltutoy (í uml 1/2 tíma)

Ísur:
-píska eggjablommir, sukur og vaniljusukur saman. Píska róman og vend eggjamassan í.

Verður lagt saman soleiðis: marengsbotn niðast í eitt eldfast fat, smyr rabarburnar á botnin, stoyt ísin omanyvir og síðan ein marengsbotn ovast. Fryst kakuna (ber til at gera kakuna fleiri dagar áðrenn hon skal brúkast). Minst til at taka upp í góðari tíð, áðrenn kakan skal brúkast- uml 1 tíma áðrenn.

Send eina viðmerking