Salsa fiskarættur

Sólrún Ásta Haraldsdóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

22. apríl, 2010

Bólkur: Fiskur Fiskarættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

800 g hýsuflök uttan bein og skræðu

salt

sitrónpipar

1/2 - 1 krukka Taco/Salsa sós (mild ella medium)

5 - 6 spsk. BUKO rómaostur

1 spsk ketchup

1 spsk sukur

3 spsk Hytteost (um man eigur)

Rís (1 - 2 posar)

Dorito's kips (mexikanskt)

rivin ostur

Mannagongd

Kóka rísið (1-2 lítlar posar).
Set Taco/Salsa sós í eina lítla grýtu og hita hana. Set rómaost (og hytteost um man vil), ketchup og sukur útí og rör tað saman. Ikki lata sósina kóka.
Sker fiskin í bitar og set helvtina í eitt eldfast fat. Krydda við salti og sitrónpipari. Set eitt sindur av sósini yvir fiskin, síðani rísið, síðani restina av fiskinum, krydda hann við salti og sitrónpipar. Set restina av sósini yvir alt.
Knúsa umleið 2 nevar av kipsi og set tað omaná, síðani rivnan ost yvir alt, og eitt lítið sindur av kipsi omaná ostin.
Set inn í ovn og baka við ca. 200°c (180°c varmluftovn) í umleið 20 min.

Send eina viðmerking