Tyrkisk peber kaka

Eg hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Formakøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 Botnar:

4-5 eggjahvítar (alt eftir um eggini eru smá ella stór)

200g sukur

Rice krispies (veit ikki hvussu nógv, men tá tú heldur tað vera passaliga nógv)

Ímillum:

1 pk róma

1 pk súrróma 18%

4-5 súrepli

Omaná:

1 pk róma

70g tyskisk

Mannagongd

Botnar:

Píska eggjahvítarnar stívar og píska síðani sukrið í, eitt sindur í senn. Eftir hetta rørir tú rice krispies í. Baka við lágum hita uml. 125 stig á luft í 2-3 tímar. (Botnarnir kunnu bakast nógv skjótari á meiri hita, men teir blíva betri uppá hin mátan, so her veldst bara um hvussu nógv tol ein hevur :o)

Í millum:

Píska róman, blanda síðani súrróman uppí. Flys og sker súreplini í passaligar bitar og lat í rómablandingina.

Omaná:

Koyr alt í grýtuna og set at kóka á lágum hita. Kremið skal smábobla inntil tað blívur tjúkt (tað blívur sami konsistensur sum caramelkrem).

Byrja við at baka botnarnar. Tá tú fert í holt við at gera tað sum skal ímillum, er snilt at seta kremið at kóka áðrenn, so tað kókar í meðan tú pískar róman o.s.fr.

Legg ein botn á eitt fat við kanti (kremið kann renna), koyr rómablandingina við súreplum uppá og legg síðani hin botnin omaná. Koyr so kremið omaná tann ovara botnin og so er liðugt ;O)

Send eina viðmerking