Nougatkransur

Oluffa Joensen hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 egg

250 g sukur

125 g mjøl

Creme:

175 g Vita margarin

1 pk Vannilliecreme (skal verða til at kóka) til 1/2 l mjólk ella buding

4-5 tsk vanilliesukur

50 g palmin

Nougat:

100 g knústar mandir

1 spsk sukur

10 g margarine

Mannagongd

Píska egg og sukur til skúm
Sálda mjølið og vend tað í.
Bakað í springformi við holi á 175° í 1 tíma niðalaga í ovninum.
Creme: (má gerast dagin fyri)
Kóka vannilliecremi/budingin sum stendur á pakkanum til 1/2 litur mjólk.
Koyr vannilliesukur og palmini í ímeðan tað er glóðheitt rør í til palmini er smeltað og blandað saman við cremi.
Lat kølna til stovuvarma.
Áðrenn cremi verður kóka skal margarinpakkin takast úr køliskápinum, ella margarini skal hava stovutempuratur og ikki verða hart tá tað skal pískast í.
Best er at koyra vannilliecremi í eina kvirlu tá margarini skal pískast í og so hava kvirluna á full speed, so koyra eitt sindur av margarininum í í senn meðan píska verður, til alt margarini er koyrt í, set so í køliskápi til dagin eftur, so skuldi cremi verið passaligt.
Nougat:
Smelta sukur á pannuini.
Koyr margarini á.
Síðani mandlurnar.
Rør í ímeðan tað brúnkar á pannuni.

At leggja kakuna saman:
Sker kakuna í 3 løg og smyr eitt sindur av creme ímillum løgini, restin av creminum verður smurt á kakuna og skal dekka hana heilt, síðani verður tað kanlda og knústa nougat stroytt útyvir.

Vælgagnist! :-)

Send eina viðmerking