Gularóta-purru sós

Siri S. Niclassen hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Annað Sós

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

1 purra

3-4 gularøtur

1 grøntmetis bouillon terning

1 spsk margarin

lítið sindur av salti

Mannagongd

skeiða eina spsk. margarin í eina lítla grýtu
sker purruna heilt smátt og rív gularøturnar niður í grýtuna.
Svitsa hetta eina løtu.
Koyr vatn í, so purran og gularøturnar eru gott ov væl undir.
koyr ein bouillon terning í, og eitt pinkalítið sindur av salti
Kóka eina lítla løtu, (ca. 3 min)
Ger javning við mjøli og vatni, og rør í grýtuna.

Send eina viðmerking