Daim ísur

Jórun Wolles hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Omaná Ísur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 hvítar

100 gr. sukur

100 gr. heilar mandlur v/skæl

1 pk. vaniljukrem

1 pk. rómi

3 dupult daim

3-4 toppaðar tesk. av vaniljusukur

Mannagongd

Píska hvítar og sukur sum marengs, koyr síðani mandlurnar í (skulu verða hakkaðar til mjøl). Koyr hetta í ein rundan form og baka á 170' í 30 min.

Lat vaniljukremið verða í frystiboksini í 1-2 tímar, píska tað síðani sum róma, og píska róman saman við, smakkað til við vaniljusukur.

Legg botnin tá hann er kølnaður í ein rundan form, koyr síðani helvtina av kreminum omaná, síðani helvtina av daiminum (skal verða knúst í passalig stk.) omanyvir, síðani restina av kreminum omanyviraftur, dryssa so restina av daiminum omanyvir til pynt.
Síðani skal tað frystast sum ísur :)

Send eina viðmerking