Frísklig dessert
Tilfar
1 pk. digestive
1 pk. flormelis
2 pk. súrróma (18%)
1. pk. súrróma (36%)
2 pk. róma
2 pk. ber (blanda, hindber ella annað)
Mannagongd
Stór portion
Brót pakkan av digestive smátt í botnin á einum steiki- ella dessertfati.
Rør súrróma og flormelis saman (smakka til við flormelis, alt eftir hvussu søta man ynskir dessertina).
Píska róman væl, og rør hann síðani saman við súrrómanum og flormelilsinum.
Hetta verður alt síðani koyrt omaná digistive keksirnar.
Síðani verða tiðnaðu berini løgd omaná dessertina.
Kivi, skorið í skivar, marcipan, sjokoláta o.a. kann eisini nýtast til at leggja omaná, alt eftir hvat man ynskir.