Forrættur: Jordskokkasuppa við jákupsskeljum

Anna Hansen hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Annað Suppa

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Suppa

500 gr jordskokkar

200 gr Eplir

2 Leykir

2,5 dl Róma

2 Høsnarunga supputerningar

1 l Vatn

2 spsk jomfruoliven olja

Tilhoyr

1-2 Stórar Jákupsskeljar pr persón (ella lítlar)

Soppar

Basilikum til pynt

Mannagongd

Mannagongd
Sker leyk, eplir og jordskokkar smátt og kókað í 1 l vatn til alt er mørt, min. 20 minuttir. Koyr supputerningar, olju og róma í, lat simra. Blenda alt, og suppan er liðug

Jákupsskeljarnar verða stoktar uml 3 min. á hvørjari síðu, sopparnir verða eisini svitsaðir.

Serverað suppuna í lítið glas pr persón. Koyr fyrst jákupskel í botnin á glasinum, stoyt suppuna útyvir, og pynta við soppakrymli og basilikum.

Vælgagnist!

Send eina viðmerking