Rís og jarðberdessert

Jastrid Ása Hammer hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Annað Rísrættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Uml. 20-25 makrónur

Uml. 1,5 dl. leysrís (kókast)

1 pk. (2,5 dl.) róma

1 pk. (2,5 dl.) súrróma 36%

1 pk. (2,5 dl.) súrróma 18%

1 pk. jarðbergreyt ( teir smáu pakkarnir)

4 tsk. Vaniljusukur

3 spísk. Florsukur

Marengstoppar

Mannagongd

Kóka leys rís og lat kólna. Brót makrónir í botnin á einum eldfastum fati (ella stórari skál).
Píska róma og súrróman 36% saman, blanda so rís, súrróma 18%, vaniljusukur og florsukur í .
Koyr helvtina av kreminum omanyvir makrónurnar, sker marengstoppar í helvt og legg tað omanyvir kremi, koyr so restina av kreminum omanyvir, og til síðst jarðbergreytin.

Kann pyntast við td. rivnum bleytum nougat, sjokolátu ella frískum jarðberum.

vælgagnist

Send eina viðmerking