Belgiskar vaflur
Tilfar
1 pk. pressuger
3 dl. flógva mjólk
4 egg
125 g. mjøl (2,5 dl.)
1 tsk. vaniljusukur
hálva tsk. salt
1 ssk. sukur
75 g. smeltað smør
Mannagongd
Upploys gerina í flógvu mjólkini, koyr síðani eggjablommur og vaniljusukur í. Koyr so mjøl, salt og sukur í og rør saman. Rør tað smeltaða smørið í.
Píska eggjahvítarnar stívar og vend teimum síðani varisliga í deiggið. Lat hetta nú standa og heva í 45 minuttir.
Hita vafflujarni og koyr uml. hálvan kopp av deiggi í millum hvørja ferð.
Tips: Serverast heitar við evt. vaniljuís og syltetoy, ella frugtmos og flødaskúm.