Rom-rosinumuffins - 8 stk (til tey vaksnu)
Tilfar
150 g rosinur
1 dl Havana-rom
125 g smør
200 g putursukur
1 tsk. vaniljusukur
2 stór egg
250 g hveitimjøl
1 1/2 tsk. bakipulvur
1/2 dl mjólk
Mannagongd
Mannagongd
1. Koyr rosinur og rom í eina lítla grýtu og kóka við lítlum hita, til rosinurnar hava absorbera rommið. Set at køla meðan tú gert deiggji.
2. 2. Set ovnin á 160°.
3. Píska smør, putursukur og vaniljusukur saman til ein kremmassa. Koyr eggini í, eitt í senn, meðan tú pískar.
4. Blanda mjøl og bakipulvur, og vend tað í kremmassan, koyr at enda rom-rosinurnar í.
5. Pensla 8 muffinsformar og fordeil deiggji í teir.
6. Bakað mitt í ovninum í uml 35 min.
Vælgagnist!