Wok -grýta

Heini Festirstein hevur lagt hesa uppskriftina út

1. apríl, 2010

Bólkur: Kjøt Kalkun

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

500 til 600 g svínakjøt (ella annað kjøt)

½ kálhøvd

3 gularøtur

1 leyk

4 stengur blaðsellarí

200 g av soppum

1 grøna og 1 reyða piparfrukt

¼ sellarí

1 purru

60 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Hetta verður alt skorið í tunnar strimlar.
Olivenolja verður latin í botnin á wokgrýtuni, ið verður heitað.
Fyrst verður kjøtið steikt, lat salt, karry og kinesiska soyu omaná, áðrenn kjøtið verður tikið úr aftur grýtuni.
Eftir hetta verður kál, gularøtur og sellarí latið í og steikt. Síðani verða karry og soya latið á grønmetið og eftir hetta alt hitt. Seinast verður kjøtið latið í aftur wokgrýtuna og síðani verður alt vent í grýtuni.
Borðreitt verður við flütes afturvið.

Send eina viðmerking