Sera góð sjokulátakaka

Bjørg Mohr hevur lagt hesa uppskriftina út

23. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Formakøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

120 gr myrk sjokuláta

70 gr smør

100 gr sukur

2 egg

50 gr hveitimjøl

2 spsk kakaopulvur

3/4 tsk bakipulvur

1 tsk vaniljusukur

2 spsk súrróma 18%

70 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Set ovnin á 170 gradir (170 uttan varmluft)

- Set sjokulátuna og smørið yvir heitt vatn at smelta.
- Pískað egg og sukur.
- Koyr síðani mjøl, kakaopulvur, bakipulvur og vaniljusukur í eggblandingina og pískað skjótt saman.
- Koyr síðani smeltaðu sjokulátuna og smørið í saman við súrrómanum og rør saman (ikki píska).
- Set í ovnin umleið 1 tíma, ella inntil einki deiggj er á pinninum - alt eftir hvat fyri formur verður brúktur.
!Best er ikki at hava ov stóran form, tí hon fellur eitt sindur niður tá hon er kólna.

Send eina viðmerking