Muffins við hindber og hvítari sukurlátu
Tilfar
300 g mjøl
2 tsk bakipulvur
150 g sukur
1 egg
1 tsk vaniljuekstrakt
2 1/4 dl mjólk
50 g smeltað smør
100 g frísk hindber (fryt kunnu eisini brúkast)
75 g hakkað hvít sukurláta
Mannagongd
Mannagongd
1. Mjøl og bakipulvur siktast í skál, og síðan verður sukri rørt í.
2. Píska eggið í eina aðra skál, saman við vanilju, mjólk og smeltaða smørinum. Rør tað síðan í mjølblandingina
3. Koyr at enda ber og hvítu sukulátuna í. Rør varðliga, tí berini mosast um man rørir ov longi, og ov skjótt.
4. Hell blandingina í muffinsformar
5. Bakað í uml. 30 min á 200°.
Vælgagnist!