Sukurlátamuffins v/hvítari og myrkari sukurlátu (12 stk)
Tilfar
225 g putursukur
3 egg
150 g smør
200g hveitimjøl
3 tsk bakipulvur
50 g kakaopulvur
1 dl appilsinjuice
75 g hakkað myrk sukurláta
75 g hakkað hvít sukurláta
Sukurlátakrem omaná:
100 g myrk sukurláta
1 dl rómi
Mannagongd
Mannagongd
1. Píska putursukur og egg til ein kremmassa.
2. Smelta smørið.
3. Blanda mjøl, bakipulvur og kakao, og vend tað í kremmassan.
4. Vend smeltaða smørið, juice og hakkaðu sukurlátuna í, eitt sindur í senn, varðliga!
5. Hell tað síðan í 12 muffinsformar. Bakað í 15-20 min á 200°. Set tær síðan at køla av.
6. Sukurlátakrem: Hakkað sukurlátuna, og koyr hana í eina grýtu saman við rómanum, kókað upp við lágum hita. Tak grýtuna av kókiplátuni, og píska kremið tjúkt við hondmiksara.
7. Pynta muffins við kreminum.
Vælgagnist!