Skjótar sjokomuffins
Tilfar
75 g kókisjokolátu
250g hveiti
200g sukur
1 tsk natron
40g kakao
1 tsk vaniljusukur
1 egg
1 1/4 dl mjólk
3 dl jogurt
½ dl olju
Mannagongd
Rør fyrst tað turra og tað váta tilfarið saman hvør sær. Síðani rørir tú alt saman og klárt er at koyra í formarnar.
Deiggið er nokk til at baka tríggjar ferðir í muffinsforminum frá Tupperware (21 stk).
Bakast á 200 stig í 15 min - mitt í ovninum.
Ikki er neyðugt at brúka el-pískara.