Negarakyss-kaka í fat

Anna Simonsen hevur lagt hesa uppskriftina út

26. apríl, 2010

Bólkur: Omaná Sjokuláturættir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

3 sjokuláta lagkøkubotnar

negarakyss (umleið 16)

1 pk róma

1 súrróma 18%

3 tesk vaniljusukur

3 súpsk sukur

1 pk fryst jarðber

Mannagongd

1. Legga jarðberini at tina.
2. Legg helvtina av lagkøkubotninum í fatið.
3. Sker botnin av negarakyssinum og legg tey omaná lagkøkubotnin. Kroyst tey eitt sindur.
3. Legg hina helvtina av lagkøkubotninum omaná.
4. Blenda ella mosa jarðberini og koyr tey omaná.
5. Píska róman
6. Rør súrróman, sukri og vaniljusukrur í róman og koyr omanyvir fatið
7. Set í køliskápi eina løtu, so er klárt at servera

Send eina viðmerking