Sjokolátamuffins
Tilfar
90 g sjokoláta (grovt hakkað)
250 g mjøl
1 tsk natron
225 g sukur
50 g kakao
1 tsk vaniljesukur
1,25 dl mjólk
1 dl flótandi margarin ella majsolju
2,5 dl jogurt
1 egg
Mannagongd
Blandað 1/3 av sjokolátuni saman við restini av tí turra tilfarðinum.
Pískað mjólk, margarin, jogurt og egg saman (í einum øðrum bolla) til tað er javnt.
Vend síðani varliga tað turra tilfarðið í tað váta.
Fyll muffinsformarnir uml. 2/3 upp, og koyr restina av sjokolátuni omanyvir.
Bakað í uml. 15 min á 175 gradir, til muffins geva mótstand tá trýst verður á tær við skeið.