Daim ísur við rice crisp marengsbotni
Jastrid Ása Hammer hevur lagt hesa uppskriftina út
27. apríl, 2010
Bólkur: Omaná Sjokuláturættir
Atkvøður:
Tilfar
Botnur:
4 eggjahvítar
175 gr flormelis
2 nevar rice krispies
Ísur:
5-6 eggjareyðar
175 gr flormelis
3 pk róma (føroyskan)
2-3 tsk pulvurkaffi
1-2 tsk kóka vatn
3-4 lítil daim
Mannagongd
Píska eggjahvítarnar stívar og píska síðan flormelis í eitt sindur á gangin, píska væl. Koyr rice crispies í og rør varliga. Bakast á einum bakipappíri forma eftir einum eldfast ílati. 125 gradir luft í 1½ tíma. Lat kølna
Píska eggjareyðarnar og flormelis saman. Upploys kaffi í kókaðum vatni og koyr kaffi í kremi og píska væl. Píska róman og blanda hann saman við kreminum. Knúsa daimi og koyr í. Koyr botnin í eitt eldfast ílat og koyr kremi útyvir. Lat standa í frystarinum 5-6 tímar ella til ísurin er frystur.