Rómabollakaka við rice crisp marengsbotni

Jastrid Ása Hammer hevur lagt hesa uppskriftina út

27. apríl, 2010

Bólkur: Bakstur Botnar

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

2 marengsbotnar:

4 eggjahvítar

200 gr sukur

2 nevar rice krisp

Ímillum:

2 pk róma

rómabollar

Pynta við:

víndrúum

toblerone

Uppskriftin er til 6-8 persónar

Mannagongd

Píska hvítarnar stívar. Píska sukri í so við og við. Rør rice crisp varliga í.
Ger til 2 botnar og baka 150 gradir í uml. 1 tíma á einum bakipappíri forma eftir einum eldfast ílati. Lat kølna.
Legg ein botn í eitt eldfast ílat. Píska róman og legg á botnin (lat eitt sindur vera eftir at koyra omaná køkuna). Koyr rómabollarnar í róman, brót teir og kroyst teir eitt sindur niðurí róman. Koyr hin botnin á og koyr róma á. Pynta við hálvum víndrúum. Smelta toblerone og koyr útyvir.

Send eina viðmerking