Bagels

Anna Hansen hevur lagt hesa uppskriftina út

3. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

50 g ger

6 dl flótt vatn

1 spsk honning

1 tsk salt

1 dl ymer

100 g bleytt margarin

1 kg mjøl

1 egg at pensla bagels við

(kanel og rosinur, um tær lystir)

120 minuttir at gera

Mannagongd

Mannagongd:
1. Rør ger, vatn, honning, salt og ymer saman.
2. Rør mjølið í, eitt sindur í senn (næstan alt mjølið) til deiggji kann rørast við eini skeið.
3. Koyr bleyta margarinið í.
4. Koyr síðan restina av mjølinum í, soleiðis at deiggji ikki klistrar, men sleppur borðinum.
5. (Koyr eventuelt kanel og rosinur í, um tær lystir)
6. Lat deiggji heva undir einum viskistykki í ein tíma.
7. Rullað deiggji út til tað er uml 1 cm tjúkt.
8. Bagels verða skorin út við eini lítlari skál ella stórum koppi, og ger holi í miðjuni við einum lítlum glasi.
9. Set bagels at heva aftur í ½ tíma á eini bakiplátu.
10. Pensla øll bagels við einum eggi og baka í 10-15 min. á 200°

Send eina viðmerking