Orduliga góð karry sauce

Anna Østerø hevur lagt hesa uppskriftina út

4. mai, 2010

Bólkur: Annað Sós

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 tsk karry

2 leykir

2 súreplir

50 g smør

uml 6 dl mjólk

1 súp av mjøl ella til tað sleppur grýtuni

uml 2 hønsabuljong

salt og pipar

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Sker leykin og súreplini smátt (skal av og kjarnarnir úr)
smelta 50 g av smøri á einari grýtu
svitsa leykin, súreplini og karry væl av
koyr evt meira smør í
so koyrur tú mjøli í til tað sleppur grýtuni
til síst uppbakar tú hana við mjólkini, smakka til við salt, pipar og hønsa buljong.

tú kanst eis blenda alt saman, tá sósin er liðug, so fara matbitarnir úr, sjálv haldi eg at tað smakkar betur við bitunum í :)

Send eina viðmerking