Bakaðar rabarbur við kokusmarengs (super lekkur desert)
Tilfar
400 gr. rabarbur (reinsaðar)
4 spsk. jarðbersaft (konsentrerað)
4 spsk. rørsukur
0,5 vaniliustong (sker vaniliustongina sundir og skava kornini úr)
Kokosmarengs:
1 eggjahvíti
1 knsp. salt
75 gr. sukur
2 spsk. kokusmjøl
30 minuttir at gera
Mannagongd
Sker rabarburnar sundur, og koyr tær saman við jarðbersaftini og vaniliukornunum í eina grýtu. "Dampa" rabarburnar inntil tær eru moyrar.
Set síðani rabarburnar at køla av, og smakka til við eitt sindur av sukur. Tak síðani 4 smáar ovnfastar skálir, og koyr rabarburnar í.
Píska síðani eggjahvítan saman við saltinum og helvtini av sukrinum. Tá ið hetta er píska væl saman, skal restin av sukrinum í. Síðani skal pískast aftur í 1 uml. min. Vend síðani koskumjølið í.
Koyr síðani "eggjahvítan" oman á rabarburnar, og set skálirnar í ovnin. Baka við 200 - 225 gr. í uml. 4 - 5 min. ella inntil "eggjahvítin" er blivin "gyltur"
Vælgagnist :)