Brownieskaka við heslinøtum

Annika Jónsveinsdóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

6. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

100 g smør

150 gr heslinøtir

2 egg

3 dl melis

1½ dl hveitimjøl

4 spsk kakao

1½ tsk vaniljusukur

1/4 tsk salt

½ dl mjólk

Møg. smør og rasp til formin

40 minuttir at gera

Uppskriftin er til 4-6 persónar

Mannagongd

Smelta smør og lat tað køla. Hakkað nøtirnar groft. Rør egg og sukur saman. Mjøl, salt, kakao og vaniljusukur verður rørt saman og blandast varliga í eggjamassan (nýt sigt fyri at tað ikki skal klumpa). Til síðst verður mjólkin rørd uppí. Koyr deiggið í ein smurdan form (springform) ella nýt bakipappír. Drússa nøtirnar yvir ella blanda tær í deiggið og baka kakuna í 150-175 gradir hita í 30 min.
Lat kakuna kólna áðrenn skorið verður í hana.

Send eina viðmerking