Gularóta dessert - lekkur og frísklig

J hevur lagt hesa uppskriftina út

6. mai, 2010

Bólkur: Omaná Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

4 súreplir

4 gularøtur

½-1 pk makrónur

1 pk róma (2½ dl)

1 pk súrróma 36 % (2½ dl)

1 tsk vaniljusukur

sjokolátarosinur / knúst daim

rivna sjokolátu omaná

30 minuttir at gera

Uppskriftin er til 8-10 persónar

Mannagongd

Legg knústar makrónur í eitt fat.
Píska fløda og súrroman hvør sær og blanda teir síðani saman. Koyr vaniljusukur í.
Rív tey flustu súreplini groft og koyr í rómablandingina saman við sjokolátarosinunum ella knústa daiminum. Møguliga bæði. (Smakkar eisini gott uttan.)
Koyr rómablandingina útyvir makrónurnar.
Rív tær flustu gularøturnar fínt og legg tær omaná rómablandingina. Pynta við rivnari sjokolátu.

Vælgagnist.

Send eina viðmerking