Urta-purrubúffar við rótfruktmosi og balsamico sirup

Anna Hansen hevur lagt hesa uppskriftina út

6. mai, 2010

Bólkur: Kjøt Oksakjøt

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Rótfruktamos:

600 g gularøtur

300 g pastinak ella persillurót

500 g eplir

200 g Friskost við hvítleyki og urtum

1 dl hakkað persilla

Salt og pipar

Urta-purrubúffar:

500 g hakkikjøt (oksakjøt ella svínakjøt)

2 fed hvítleyk

1 purru

½ dl hakkað

40 minuttir at gera

Uppskriftin er til 2-4 persónar

Mannagongd

Mannagongd:
1. Sker gularøtur, pastinak og eplir smátt, og kókað tað í 20-25 min í ósaltaðum vatni, til grøntsakirnar eru mørar.
2. Hell vatnið frá, og dampað grøntsakirnar turrar. Mosa síðan grøntsakirnar og rør Friskostin við hvítleyki og urtum, hakkaða persillu, salt og pipar í.

1. Blenda purruna ella hakkað hana heilt smátt.
2. Blanda kjøtið, purruna, pressaðu hvítleyksfedini, hakkaðu persilluna og kryddaríið
3. Formað kjøtið til búffar og steik teir uml 5 min á hvørjari síðu

Send eina viðmerking