Stór fruktterta

Stt hevur lagt hesa uppskriftina út

6. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Tertir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Deiggj:

250 gr. smør/margarine

200 gr. sukur

4 eggjablommur

2 dl mjólk ella kaffiróma

150 gr. mjøl

3 tsk. bakipulvur

Marengsdeiggj:

4 eggjahvítar

300 gr. sukur

2 tsk. vaniljusukur

100 gr. hakkaðar nøtur

Krem:

4 dl. róma

4 dl. súrróma

Mannagongd

Deiggi:

Rør smør/margarin og sukur skúmandi og rør síðan eggjablommurnar í eina um ferðina. Mjølið blandað við bakipulvurinum verður rørt í skiftivís við mjólkini/kaffirómanum. Deiggið verður smurt í eina bakarovns skuffu (stóra uml. 30x40) sum er klødd við bakipappíri.

Síðan verður marengsi pískað. Pískað fyrst eggjahvítarnir stívar og rør/píska so sukrið í so við og við. Smyr marengsið yvir deiggið. Stroy hakkaðar nøtur omanyvir.

Bakað á niðastu rillu uml. 200 gr. í 30 min.

Pískað fløtan og rør súrróman í. Smyr útyvir tað kølnaðu kakuna.

Pynta við fruktunum.

(Tað ber væl til at frysta sjálva kakuna, og síðan pynta hana við kreminum og fruktunum, tá ið hon skal nýtast)

Send eina viðmerking