Lekrar muffins við budding og sjokulátabitum

Frida hevur lagt hesa uppskriftina út

7. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Muffinformar

1 pk vanilju budding (+ 1 L. mjólk)

100 gr smør

100 gr sukur

1,5 dl mjólk

3 egg

240 gr hveitimjøl

2,5 tsk bakipulvur

2 tsk vaniljusukur

50 gr sjokuláta

Perlusukur

30 minuttir at gera

Mannagongd

Ger fyrst buddingin eftir vegleiðingini á pakkanum og stilla hann til síðis at kølna

Smelta smør og rør tað saman við sukrinum. Rør eitt og eitt egg í og rør væl millum hvørt. Rør helvtina av mjølinum í og síðani mjólkina. Koyr síðani restina av mjølinum, bakipulvur og vaniljusukur í. Píska til ongir klumpar eru.
Hakka sjokulátuna og vend í deiggið.

Tendra ovnin á 200 gr

Koyr eina spsk av deiggj í botnin á muffinforminum, so botnurin er dekkaður til. Legg eina tsk av budding í miðjuna og síðani aftur deiggj omaná. Hetta skal fylla uml. 2/3 av forminum. Enda við at koyra eitt sindur av perlusukur omaná.

Bakast í ovninum á 200 gr í uml. 15 min.

Send eina viðmerking