Kanelskuffukaka

Birgit Frederiksberg hevur lagt hesa uppskriftina út

9. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Skuffikøkur

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

250 gr. margarin

500 gr. melis

4 egg

4 tsk. bakipulvur

500 gr. mjøl

Mjólk eftir tørvi

(Kanel og sukur blanding)

Mannagongd

Elt fyrst margarin og melis, men áðrenn skalt tú taka nakað av melis'inum og koyra tað í ein stóran kopp (uml. 2 dl.). Hetta skal brúkast til at blanda melis og kanel, sum seinni skal stroyast í millum og oman á køkuna. Koyr síðan eitt og eitt egg í, og síðan restina. Deiggi skal ikki vera ov bleytt og ikki ov tjúkt.
Koyr helvtina av deigginum í eina skuffu, stroy helvtina av kanel-blandingini omaná. Koyr síðan hina helvtina omanyvir og kanel-blandingina til seinast.
Bakast á 175 í uml. 30 min.

Send eina viðmerking