Gelé til barnaføðingardag
Tilfar
1 pk blandað saft ( 1 litur )
1 litur kalt vatn
20 bløð husblas ( 2 pakkar )
15 minuttir at gera
Uppskriftin er til 10-12 persónar
Mannagongd
Koyr husblas í eitt ílæt við køldum vatnið. Læt tað standa í 10 min.
---------------------------------------------------------------------------------------
Koyr saft og kalt vatn í grýtuna og læt tað koma næstan uppá kók.
Tak grýtuna av varmanum. Koyr síðani tað bloytta husblassi í, eitt og eitt, meðan tú rørir í. Síðani koyrir tú hetta í eina skál og setur tað í køliskápi til næsta dag.