Góðgætiskøka
Tilfar
1 tjúkkan lagkøkubotn el. tertubotn (ljósan)
Omaná
1 rómi
1 crunch
1 grønt Aero ella 1 yankie bar
1 dupult dajm
Uppskriftin er til 4-6 persónar
Mannagongd
Píska róman
Crunch og dajm (og Aero) verður hakkað smátt (brúka evt. kjøthamara). Um Yankie bar verður brúkt, skal tað skerast smátt.
Hetta verður alt blandað saman við rómanum og lagt oman á køkubotnin.
Smakkar best, um tað sleppur at liggja nakrar tímar á botninum, áðrenn tað verður serverað. Tí so nær botnurin at blotna eitt sindur.
Um kakan skal serverast nokk so skjótt, kann hon vætast við mjólk ella kakao.