Havrakeks

Annika Jónsveinsdóttir hevur lagt hesa uppskriftina út

11. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Annað

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

250 gr havragrýn

½ tsk salt

1/4 tsk natron

3 spsk smør

2 dl kókandi vatn

20 minuttir at gera

Uppskriftin er til 6-8 persónar

Mannagongd

Rør havragrýn, salt og natron saman í eina skál. Ger eina kullu í miðjuna. Koyr feittið og tað kókandi vatnið niður í kulluna og elt alt saman. Rulla deiggið út á undirlag/borðið og sting keksirnar út antin við einum glasi, ella, sum vit fyritrekkja, við siropskakuformum.
Bakað í 200 gr í uml 10-15 min.

Keksirnar smakka nakað sum norsk flatbreyð og eru eitt super smart ískoyti til matpakkan hjá børnunum. Børnini týma eisini enn og betur at eta tær, um tey fáa loyvi at vera við til at gera tær.

Send eina viðmerking