Grønsagsterta v/skinku og broccoli

Alisa Thorleifsson hevur lagt hesa uppskriftina út

16. mai, 2010

Bólkur: Bakstur Tertir

Atkvøður:

Gev tína atkvøðu

Tilfar

Tertubotnur (tertufat er vanliga nýtt)

200 gr mjøl

1 spsk sukur

125 gr smør

2 egg

Tertan

3 egg

1 pk skinkuterningar

1-2 stk purru

100 gr broccoli

2 dl mjólk

havsalt og pipar

Uppskriftin er til 1-2 persónar

Mannagongd

Man byrjar sostatt við at gera tertubotnin, tí at tertan skal jú í hann.
Raðfylgjan eftir hvat man koyrir í fyrst er fakisk líkamikil. Tað skal blandast væl og koyrast í tertubotnin og tá ið tað er gjørt, er klárt at koyra í ovnin í 10 min. Luftovn 175 gradir og vanligur ovnur 200 gradir.

Meðan botnurin er í ovninum ger man sjálva terturna,
aftur her er raðfylgjan eisini líkagildið. Man velur eftir egnum ynski um hvussu man nógv salt og pipar verður koyrt í. Tilber eisini at skera ostaflísar og leggja ær omaná terturtuna, um man hevur hug til okkurt sindur ósunnari.
Høvuðstilfari (skinka, purra og broccoli) er nakað man velur sjálvur, alt eftir hvat man dámar. Hesin rætturin er vælegnaður sum vegetarmatur, tá ið skinkan fer burturav og tomat ella okkurt líknandi kemur á afturat.

Vælgagnist!

Send eina viðmerking